
Gloymda tilfeingið
Smakkgóður, føðsluríkur og umhvørvisvinarligur matur
Uppskriftir
Nýru við nudlum í asiatiskari sós
Grýtustokt hjørtu við reyðvíni
Seyðarhøvd í maisskálum
Livurpostei við súltaðum reyðleyki
Eingin uppskrift samsvarar við leitingina.

Ogna tær bókina
“Tað sum eftir er “
Bókin setur sjóneykuna á avroð – eitt virðismikið tilfeingi, sum fyrr varð gagnnýtt til fulnar.
Við søgum, vøkrum myndum og spennandi uppskriftum gevur bókin íblástur til at síggja avroð við nýggjum eygum og fáa meira burtur úr tí tilfeingi, vit longu eiga.
Ein vøkur bók um mat, mentan og burðardygga nýtslu.
Nøkur eintøk eru enn at fáa í bókhandlum kring landið.
Til gagns
Hon er hvít og feit. Hon liggur rundan um innvølin á seyðinum. Og so endar hon ofta í skrellispannini.
Tað er spell, tí tálg er virðismikið tilfeingi.

Hvat er avroð

Hug at royna nýra,
hjarta, livur ella annað?
Ynskir tú avroð
Hevur tú hug at royna nýra, hjarta, livur ella annað avroð í matgerðini?
Finn ein veitara sum selur avroð og bílegg.