Bíleggingskipan.
IRF fer undir at menna bíleggingarskipan til avroð.fo.
Í 2025 gjørdi IRF eitt samstarv við Kvinnu, tá ið bókin “Tað, sum eftir er” – smakkir úr og søgur um avroð” kom út. Bókin setti sjóneykuna á møguleikarnar í avroði, og hvussu tilfar, ið endar sum burturkast, í staðin kann fáa eitt nýtt og burðardygt lív á føroysku matskránni. Samstundis varð heimasíðan avroð.fo ment, sum skuldi gera tað lættari hjá bóndum, veitarum og brúkarum at gagnnýta avroð á ein burðardyggan hátt.
Nú arbeiðir IRF við næsta stigi: eini fullfíggjaðari bíleggingarskipan, ið skal gera tað enn lættari hjá føroyskum bóndum at samskipa sínar veitingar av avroðum til kundar kring landið. Endamálið er fyribyrging – at tryggja, at avroð ikki enda sum burturkast, men heldur verða gagnnýtt sum ein føðslurík og heilsugóð rávøra.
Eitt framhald av væl grundaðum arbeiði
Avroð.fo varð frá byrjan ætlað sum ein kunningarpallur, har vit samantvinna bóndur og borgarar, men ætlanin hevur altíð verið at fara víðari og menna tænastuna, so hon eisini kann nýtast sum eitt praktiskt amboð. Henda menning verður nú veruleiki. Bíleggingarskipanin skal:
- Lætta um samskiftið millum bøndur og kundar
- Gera veitingar og móttøku av avroðum skipaðar og gjøgnumskygdar
- Skjalprógva dagføringar, vøruúrval og veitingartíðir
- Styrkja trygdina kring handfaring av rávøruni
Minni burturkast – størri gagnnýtsla
Kjarnin í arbeiðinum er, at avroð eru eitt virðismikil tilfeingi, og við røttu handfaring og eini smidligari skipan enn í dag kunnu nýtast til matgerð heldur enn at verða brend. Í hesum sambandi er IRF í samskifti við Vestpack, um at fáa útflýggjað hóskandi íløt og pakkitilfar, fyri soleiðis at gera tat ómakaleyst at bíleggja júst ta nøgdina, sum tørvur er á.
Ein partur av heystátakinum 2026
IRF hevur sett sær fyri, at minka um bururkastið, sum stendst av avroðum. Í arbeiðinum til heystið 2026 leggur IRF dent á, at fáa hesa nýggju bíleggingarskipanina tiknað í nýtslu. Saman við upplýsingartilfari, dagføringum og tættari samskifti við bóndur verður skipanin ein týðandi liður í at lyfta virðisketuna kring avroð.
Við hesum átakinum heldur IRF fram við at seta burðardygd, gagnnýtslu og føroyskan matsið í miðdepilin – og avroð.fo verður nú eitt hent amboð hjá teimum, ið vilja tryggja, at tað, sum eftir er, ikki fer til spillis.
Mørður og blóð verða pakkað sum vøra
Sum partur av arbeiðinum at gera avroð til eina lætt atkomulig vøra hjá føroyingum, fer IRF saman við bóndum at tryggja, at kundar, sum ynskja sær avroð, lætt kunnu bíleggja hetta á avroð.fo.
Lættari atkomuligt
Hugsotið er, at avroð skal vera lætt atkomuligt, og kunna bíleggjast, so tað hóskar seg til eina døgurðavøru. Dentur verður lagdur á, at vøran er bæði innbjóðandi og hent at nýta í gerandisdegnum. Livur, hjørtu og annað tilfar verða pakkað í 0,5 ella 1 kilo eskjur, so nøgdirnar hóska til ymisk húski og tørv.
Eisini verður møguleiki fyri blóðpylsupakking, har blóð, tálg og vomb verða skraddaraseymað eftir ynski og tørvi. Harumframt verður blóð pakkað serliga til blóðpannukøkur og aðrar klassiskar rættir, sum hava sín fasta sess í føroyskum matgerðararvi.
Føroyska vøran er bæði betri og ferskari enn útlendskar skundvørur. Stutta leiðin frá framleiðslu til brúkara tryggjar hægri góðsku og meira natúrliga smakkin.
Alt verður pakkað í eskjur og íløt, sum eru løtt at handfara, og sum gera tað einfalt hjá brúkarum at taka úr og seta aftur í frystiboksina. Við hesum verður avroð ikki bara gagnnýtt, men gjørt til eina lættari, tryggari og meira viðkomandi vøru í føroyska gerandis- og matgerðarlívinum.