Um okkum.

IRF hevur sett sær fyri at bróta upp úr nýggjum og arbeiða fyri at endurvekja áhugan hjá føroyingum fyri avroðum.
Avroð eru ein delikat rávøra, sum vit hava beint her. Avroð eru full í proteinum, vitaminum og mineralum. Avroð verða mett sum ein delikatessa bæði í Fraklandi og Italia, sum eru lond í fremstu røð innan góða matgerð. Sjálvsagt skulu vit í Føroyum aftur gagnnýta hetta fantastiska tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.
Vit tosa nógv um burðardygd. Lættasti mátin at vera burðardygg er at brúka tað, sum vit longu hava. Við Avroð.fo er endamálið at geva føroyingum lætta atgongd til avroðini. Finn tær ein veitara í yvirlitinum, kontakta viðkomandi í góðari tíð, so tú kanst bíleggja avroð, áðrenn farið verður á fjall. Avroð hóska seg væl at frysta.
Saman kunnu vit aftur skapa virðing fyri avroðum sum góðan, sunnan og - kanska serliga - forvitnisligan mat við nógvum møguleikum.